Forsetavalið í Eysturríki útsett

Forsetavalið í Eysturríki útsett
Forsetavalið, sum eftir ætlan skal haldast 2. oktober, er fyribils útsett, tí trupulleikar eru við valbrøvunum, boðar innanríkisráðharrin frá
Forsetavalið í Eysturríki, sum skuldi verða 2. oktober, verður útsett. Trupulleikar vóru við valbrøvunum
 
13.09.2016 - 16:43

- Vit fara at heita á tjóðartingið um at góðkenna, at valið verður útsett til annaðhvørt 27. november ella 4. desember, sigur Wolfgang Sobotka, innanríkisráðharri.

Í farnu viku segði Sobotka, at hann kannaði møguleikan at flyta valið. Síðani vísti tað seg, at límið, sum innsiglar valbrævið, var ov vánaligt, og tí kundi borið til at býta um atkvøður.

SÍ EISINI Valið ógildað: Nýtt forsetaval í Eysturríki

Forsetaval var annars í Eysturríki í mai í ár. Tá vann Alexander Van der Bellen, fyrrverandi formaður fyri Grøna flokkinum, tepran sigur á høgrapolitikkaranum, Norbert Hofer.

Men valið í Eysturríki í mai varð ógildað, tí skuldsetingar vóru um, at alt fór ikki rætt fram undir uppteljingini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. februar
Gullberg Gullfoss: Ein rík tíð
187263
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Levi Niclassen
187259
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Eydna í Homrum
187257
Mánadag 3. februar
Morgunlestur mánadagur 3.februar 2025
186652
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109