- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fleiri hitamet í Grønlandi
2016 hevur higartil verið metheitt í Grønlandi. Tað vísa mátingar, sum danska veðurstovan, DMI, hevur gjørt fyrstu átta mánaðirnar, skrivar jp.dk
Miðalhitin í Tasiilaq í landsynningsgrønlandi var í summar 8,2 stig. Tað er eisini tað heitasta, ið er mátað síðani mátingarnar byrjaðu í 1895.
Hitamet vórðu sett í seks av teimum 14 støðunum, har hitin verður mátaður, í vár. Í Upernavik var miðalhitin í apríl 8,2 stig hægri enn vanligt.
Ávirkan restina av árinum
Meðan grønlendingar kunnu fegnast um nógva hitan í summar, fer tað at koma teimum aftur um brekkur, sigur ein granskari sambært blaðnum.
- Ein av avleiðingunum verður, at tað kunnu koma ógvusligir stormar tá jøklarnir bráðna, sigur Jason Box, professari á granskingarstovninum GEUS í Danmark.
Nógvu hitametini í Grønlandi higartil í ár eru enn eitt prógv um, at tað javnt og samt verður heitari í Arktis, sigur professarin sambært tíðindastovuni Ritzau.