Óvissa um ætlaða vápnaavtalu

Óvissa um ætlaða vápnaavtalu
Ætlanin er, at ein vápnahvíldaravtala fyri Sýria skal koma í gildi í kvøld. Tað er óvist, um allir uppreistrarbólkarnir taka undir við avtaluni
Enn er óvist, um allir uppreistrarbólkarnir taka undir við vápnaavtaluni í sýria, ið skal koma í gildi í kvøld
Mynd: Savnsmynd/AP  
 
12.09.2016 - 09:56

USA og Russland hava samráðst um avtaluna. Islamski bólkurin, Ahrar al-Sham, er einasti bólkur, sum hevur tikið støðu til vápnahvíldina.

Hann hevur boðað frá, at hann tekur ikki undir við henni. Ahrar al-Sham sigur, at vápnahvíldin fer at styrkja sýriska forsetan, Bashar al-Assad.

Iran, sum er týdningarmikil sameindi hjá Sýria, heilsar vápnahvíldini vælkomnari. Eisini al-Assad og libanska Hizbollah-rørslan, sum er í parti við Assad, taka undir við avtaluni.

Sambært vápnahvíldaravtaluni skal humaniter hjálp sleppa ótarnað til krígsherjaðu økini í Sýria. Stríðandi partarnir skulu eisini taka seg aftur úr einum øki í býnum Aleppo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. februar
Gullberg Gullfoss: Ein rík tíð
187263
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Levi Niclassen
187259
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Eydna í Homrum
187257
Mánadag 3. februar
Morgunlestur mánadagur 3.februar 2025
186652
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109