- Tíðindi, mentan og ítróttur
SuðurKorea hóttir við at leggja Pyongyang í oyði
Kelda innan suðurkoreiska herin sigur við Yonhap-tíðindastovuna, at allur Pyongyang "verður fullkomiliga lagdur í oyði við framkomnum rakettum og bumbum", stendur í frágreiðing frá Seoul.
Yonhap-tíðindastovan hevur tætt tilknýti til suðurkoreisku stjórnina og staturin fíggjar raksturin av tíðindastovuni.
Fríggjadagin framdi NorðurKorea enn eina kjarnorku-royndarspreinging. NorðurKorea sigur, at hetta er fimta og størsta royndarspreinging, sum landið higartil hevur gjørt.
Møgulig revsitiltøk
BBC news skrivar, at umheimurin umhugsar aftursvar.
USA sigur, at tað fer at umhugsa at seta tiltøk í verk móti NorðurKorea, umframt tiltøkini, sum ST-trygdarráðið, Japan og SuðurKorea hava sett í verk.
Pyongyang svarar í dag aftur, og kallar hóttaninar frá SuðurKorea fyri høpisleysar og láturligar.