- Tíðindi, mentan og ítróttur
Norðurkorea hóttir heimsfriðin
Tað er ein hóttan móti heimsfriðinum, at Norðurkorea hevur gjørt royndarspreingingar við kjarnoorku.
Tað sigur amerikanski forsetin Barack Obama.
- Lat ongan iva vera um, at USA ikki góðtekur Norðurkorea sum ein kjarorkustat, og tað fara vit heldur ongantíð at góðtaka, sigur Obama.
Samstundis ger hann greitt, at hann er sinnaður at hyggja at møguleikunum at revsa Norðurkorea, soleiðis at stjórnin skilir, at kjarnorkuvirksemi ikki verður góðtikið.
Eisini ST-aðalskrivarin Ban Ki-moon hartar Norðurkorea. Hann vil hava Trygdarráðið hjá ST at gera skjótt av og fór tí í gjárkvøldið á fund við tey.
Tað var fríggjanáttina, at Norðurkorea royndarsprongdi eina kjarnorkubumbu undir jørð. Bumban var av somu styrki sum tann, ið varð slept yvir Hiroshima í 1945. Hetta er fimta kjarnorkuroyndarsprongingin seinastu tíggju árini, sum Norðurkorea hevur gjørt.