Umrøða limaskap á ársfundi

Umrøða limaskap á ársfundi
Tá Norðurlandaráðið hevur ársfund í Keypmannahavn um mánaðaskiftið oktober-november, skal tað viðgera umsókn um føroyskan limaskap
Umsókn um limaskap verður send Norðurlandaráðnum, so hon kann viðgerast har í november í ár
 
29.08.2016 - 10:49

Tað ætlar landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, Poul Michelsen. Hann hitti í síðstu viku donsku sendiharrarnar, sum høvdu sendifólkadag í danska Uttanríkisráðnum. Poul Michelsen greiddi teimum frá føroyskum uttanríkismálum.

Millum annað segði hann, at landsstýrið hevur sett sær fyri at fremja samtyktina hjá Løgtinginum, sum í 2003 avgjørdi, at Føroyar eiga at søkja um sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum.

SÍ EISINI Stuðla føroyingum í at fáa limaskap

Umsókn um limaskap verður send Norðurlandaráðnum, so hon kann viðgerast har í november í ár. Poul Michelsen tosaði eisini um uttanríkishandilin hjá Føroyum.

Hann nevndi millum annað, at 28 prosent av føroyska innflutninginum er úr Danmark. Men bara átta prosent av føroyska útflutninginum fer til Danmarkar.

Danskir ráðharrar kunnaðir

Poul Michelsen segði, at Danmark hevur 1,2 milliardir krónur í yvirskoti av samhandlinum við Føroyar. Og so legði hann afturat, at tað er dupult so nógv sum blokkstuðulin er.

Donsku sendiharrarnir og Kristian Jensen, uttanríkisráðharri, sum eisini var á fundinum í Keypmannahavn, fingu eisini at vita, at Føroyar fara at søkja um limaskap í EFTA.

Poul Michelsen upplýsti harafturat, at ES fyri árslok fær uppskot úr Føroyum um tollfrælsi fyri góðskaðar fiskavørur.

Fleiri sendistovur stovnast

Føroyar hava biðið um samráðingar sum skjótast við Bretland og Skotland um strandarlandasamráðingar um uppsjóvarfisk, nú Bretland ætlar sær úr ES.

Tvær føroyskar sendistovur skulu stovnast aftrat teimum fimm, sum nú eru, onnur í Nuuk og hin í USA, antin í Washington ella í New York.

Sendistovan í USA skal ikki hava innivist hjá donsku sendistovuni har, segði Poul Michelsen, landsstýrismaður, á sendiharradegnum í Keypmannahavn í síðstu viku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. februar
Morgunlestur fríggjadagur 7.februar 2025
186655
Hósdag 6. februar
RagnarRokk 6.februar 2025
185815
Hósdag 6. februar
RagnarRokk: Nicke Andersson um Overdriver
185814
Hósdag 6. februar
Ragnarrokk: Nate Garrett um Faded Dream
185812
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155