- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lívfrøðingur: Bannið heldur fisking enn grindarápi
- Hinvegin oyða vit tey álvarsliga hóttu fiskasløgini, toskin í Eystursjónum og sildina ymsastaðni. Men fiskur er tað býtta djórið, hvalurin tað klóka, og loyvt er eftir øllum at døma at gera mun á teimum.
Tað heldur Carl Kinze, sum er lívfrøðingur og hvalaserfrøðingur. Í samrøðu við danska blaðið Jyllands-Posten sigur hann, at grindahvalurin er ikki hóttur.
- Vit hava alt ov nógv fyrilit við vinnuni, sum fer at oyða fiskastovnarnar. Tá tað snýr seg um grind, er tað lutfalsliga lítið, sum eitt lítið land drepur, sigur Carl Kinze í samrøðu við Jyllands-Posten.
Í somu grein greiðir lívfrøðingurin eisini frá, at grindadráp vanliga ganga skjótt fyri seg og eru væl skipað. Hoyr meira í útvarpstíðindunum klokkan 18 í kvøld.