Ynski um ein felags evropeiskan her

Ynski um ein felags evropeiskan her
Stjórnarleiðararnir í Kekkia og Ungarn halda ein felags her vera neyðugan fyri at verja landamørkini í Evropa.
 
27.08.2016 - 14:20

Stjórnarleiðararnir í Kekkia og Ungarn siga, at ein felags evropeiskur herur er neyðugur fyri at verja landamørkini og trygdina í Evropa.

Tað søgdu báðir stjórnarleiðararnir, áðrenn teir fóru til Pollands, har fundur skal vera við týska samveldiskanslaran Angelu Merkel. Teir eru alt annað enn fegnir um avgerð hennara, at taka ímóti so nógv muslimskum flóttafólkum, sum Týskland hevur gjørt. Í fjør tók Týskland ímóti einari millión, sum er metstórt tal.

Kekkia, Ungarn, Poland og Slovakia samskipa sín uttanríkispolitikk í tí sonevnda "Visegard bólkinum"

Ungarski forsætisráðharrin Victor Orban segði, at trygdin í Evropa má raðfestast, og tað gerst best við einum felags evropeiskum heri.

Bretska stjórnin hevur verið hart ímóti øllum slíkum tosi, og hevur víst til samstarvið í Nato, men bretska ávirkanin á avgerðir í Evropa er vorðin minni, nú Bretland er á veg úr ES.

Vil hava orðaskifti um málið

Kekkiski forsætisráðharrin Bohuslav Sobotka sigur, at tað fer ikki at vera lætt at byggja upp ein felags evropeiskan her, men áheitan hansara er, at orðaskifti um málið byrjar.

Og forsætisráðharrarnir í Kekkia og Ungarn hava ein sterkan sameindan, tí ES-nevndarformaðurin Jean-Claude Juncker vil hava ein evropeiskan her at standa ímóti hóttanum úr Russlandi og aðrastaðni.

16. september verður fundur í Slovakia millum stjórnarleiðararnar í ES um framtíðina hjá evropeiska samveldinum uttan Bretland. Eingin bretskur ráðharri verður við á fundinum, og bretska stjórnin fyrireikar í sínum lagi at taka Bretland úr ES.

Brexit er ikki ein hending sum allar aðrar, sigur týski samveldiskanslarin. - Talan er um eitt vegamót í søguni hjá ES, og ábyrgd okkara er viðgera málið væl, sigur Angela Merkel.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 19. apríl
Jambalaja - 190425
190869
Leygardag 19. apríl
Upp á tá - 180425
190863
Leygardag 19. apríl
Morgunlestur leygardagur 19.apríl 2025
190559
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835