Aleqa: Eg nýtti kortið í neyðstøðu

Aleqa: Eg nýtti kortið í neyðstøðu
Grønlendska fólkatingskvinnan vísir aftur, at hon hevur misbrúkt eitt gjaldskort, sum Fólkatingið ræður yvir
 
21.08.2016 - 17:28

Aleqa Hammond, fólkatingskvinna fyri Siumut, vísir aftur, at hon hevur misbrúkt eitt kredittkort, sum hon fekk útflýggjað frá Fólkatinginum, til privata nýtslu.

Ekstra Blaðið skrivar í dag, at hon hevur nýtt umleið 13.000 krónur av kortinum til privata nýtslu. Sambært einum teldupost-samskifti millum umsitingina hjá Fólkatinginum og Alequ Hammond hevur hon nýtt kortið hjá Fólkatinginum at keypa fyri í Nuuk, har hon býr.

Tá blaðið spurdi hana um málið, svaraði Aleqa Hammond, at hon hevði ongar viðmerkingar um síni fíggjarviðurskifti. Men á sínum facebook-vanga í dag vísir hon skuldsetingunum aftur.

Í neyðstøðu

Aleqa Hammond skrivar, at hon varð noydd til at brúka kortið, sum hon hevur fingið frá Fólkatinginum, í eini neyðstøðu.

- Kontur mínar vórðu misbrúktar gjøgnum iTunes í juni, men tíbetur varnaðist bankin tað, og neyðug tiltøk vórðu sett í verk. Eg havi ongantíð brúkt kortið hjá Fólkatinginum, men í hesi neyðstøðuni brúkti eg kortið, og eg kunnaði umsitingina í Fólkatinginum um tað, skrivar Aleqa Hammond á Facebook. 

- Tíverri hevur onkur óviðkomandi fingið hendur á teldupost-samskiftinum millum meg og umsitingina hjá Fólkatinginum, og hevur latið tað víðari til ein journalist hjá Ekstra Blaðnum. Tað harmast bæði eg og umsitingin um, skrivar hon.

- Tað hevur ongantíð verið ein spurningur um at misbrúka ella snýta nakran, skrivar Aleqa Hammond á Facebook.

Keypti í Keypsamtøkuni

Sambært Ekstra Blaðnum hevur Aleqa Hammond millum annað brúkt kortið hjá Fólkatinginum at keyp í Keypsamtøkuni í Nuuk og í einum ítrottahandli.

Og sambært teldupost-samskiftinum hevur umsitingin í Fólkatinginum boðað frá, at tær 13.000 krónurnar, sum eru brúktar privat, verða drignar av upphæddini á kortinum. 

Kortið kann sambært reglunum bara nýtast til eitt nú hýruvognar og ferðaseðlar til fundir, sum hava samband við fólkatingsarbeiðið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. februar
Kallið: Avgerðin er røtt.
187469
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta í kirkjuni á Leiti
187531
Sunnudag 9. februar
Bolero - 9. februar 2025
187530
Leygardag 8. februar
TEMAPLÁTAN 40: 'Heart', Heart, 1985
187494
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371