- Tíðindi, mentan og ítróttur
Søkja eftir aðalstjóra í næstum
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/poulmichelsen_0.png?itok=Yq7bggRm)
Fyri tveimum mánaðum síðani skuldi starvið lýsast leyst aftur sum skjótast. Nú er einasta svar, sum fæst frá Løgmansskrivstovuni, er, at starvið verður lýst leyst í næstum.
Tað verður kanska í august
Framvegis er ógreitt, nær aðalstjórastarvið í Uttanríkis- og vinnumálaráðnum verður lýst leyst av nýggjum.
Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóri, sigur, at aðalstjórastarvið verður lýst leyst í næstum, kanska nú í august.
Summarfrítíðin hevur gjørt, at lýsingin ikki er skrivað enn, sigur hon.
Ætlanin var annars fyrr í summar, at aðalstjórastarvið skuldi lýsast leyst sum skjótast, sambært Løgmansskrivstovuni.
Tann 3.juni avgjørdi løgmaður, at starvið skuldi lýsast leyst av nýggjum. Tá, fyri tveimum mánaðum, boðaði Løgmansskrivstovan frá, at starvið fór at verða lýst leyst sum skjótast.
Tíggju umsóknir komu, tá starvið sum aðalstjóri varð lýst leyst 11.februar, tí aðalstjórin, sum var, Bjørgfríð Ludvig, fór í annað starv.
Tveir umsøkjarar tóku tó umsókn sína aftur.
Umsóknarfreistin tá var til 7.mars.
Michelsen vildi ikki hava Rajani
Men ikki fyrr enn fyrst í juni kom fram, at Poul Michelsen, landsstýrismaður, ikki vildi hava John Rajani, sum setanarbólkurin innstillaði sum nummar eitt.
Poul Michelsen metti John Rajani at vera ógegnigan í málsøkjum hjá Vinnumálaráðnum, aling, telesamskifti og peningastovnar.
Tað endaði við, at løgmaður avgjørdi, at starvið skuldi lýsast leyst av nýggjum.
John Rajani kærdi løgmann og landsstýrismannin til Løgtingsins umboðsmann.
Men Umboðsmaðurin sigur, at hon hevur ikki heimild at leggja upp í innihaldsligu viðgerðina, tá ein myndugleiki ikki er liðugur at viðgera málið, kært er um.
John Rajani tók tó ikki umsókn sína um aðalstjórastarvið aftur. Hon verður tí við aftur, tá starvið verður lýst av nýggjum.
Pól Edvard Egholm, sum var í Uttanríkis- og vinnumálaráðnum, tá sðalstjórastarvið varð lýst leyst, er aðalstjóri fyribils til nýggjur aðalstjóri verður settur.
Higartil hevur royndin at seta aðalstjóra í Uttanríkis- og vinnumálaráðnum kostað landskassanum slakar 70.000 krónur.