Løgreglan vil hava fleiri upplýsingar um eldsbruna

Løgreglan vil hava fleiri upplýsingar um eldsbruna
Eldurin í felagshúsunum hjá Anonymum Alkoholikarum var ásettur, men eingin er tikin
 
01.08.2016 - 10:58

Enn er eingin er tikin í málinum um eldsbrunan í felagshúsinum hjá Anonymum Alkoholikarum í Havn mikukvøldið 20. juli, og løgreglan vil framvegis hava upplýsingar frá fólki, sum kunnu hjálpa til at uppklára málið.

Kanningar hjá kriminalteknisku deildini hjá donsku ríkisløgregluni staðfesta, at eldurin varð ásettur, og áðrenn eldur varð settur á, varð brotið inn í húsini.

Løgreglan hevur avhoyrt tveir persónar í málinum, men teir eru latnir leysir, og skuldsetingin um eldáseting er slept.

Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur, sigur, at nógv hava vent sær til løgregluna í málinum, men enn hevur løgreglan ikki nóg góðar slóðir at elta, og vil hava fleiri upplýsingar frá fólki, sum halda seg hava sæð okkurt.

Politiið hevur telefon 351448.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (2:5)
191228
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Mikudag 30. apríl
KÍ og NSÍ eru í klassa fyri seg
191209
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114