- Tíðindi, mentan og ítróttur
Háðaðu forsætisráðharran í minningarhaldi
Fólk róptu háðandi eftir Manuel Valls, forsætisráðharra, eftir, at tøgn hevði verið í ein minutt um middagsleitið at minnast tey deyðu í yvirgangsatsókni hóskvøldið.
- »Legg frá tær, Manuel Valls« og »drápsmaður« róptu fólk millum annað, tá túsundtals fólk vóru komin saman at minnast fólkini, sum doyðu í álopinum.
Bæði undan og eftir minningarhaldið róptu fólk háðandi eftir Manuel Valls, tveimum ráðharrum og embætisfólkum hjá forsætisráðharranum sambært fronsku tíðindastovuni, AFP.
Finnast at stjórnini
Nicolas Sarkozy, fyrrverandi forseti, er ein av teimum, sum hevur hartað stjórnina eftir álopið. Øll fyrilit, sum áttu at verðið tikin, vórðu ikki framd, sigur hann.
- Vit eru í kríggi. Tað er annaðhvørt tey ella vit, sigur Nicolas Sarkozy í kjalarvørrinum á yvirgangsatsóknini í suðurfranska býnum, Nice, hóskvøldið.
Ein 31 ára gamal maður koyrdi inn í fleiri mannamúgvur, ið hátíðarhildu franska tjóðardagin í Nice hóskvøldið. 84 fólk lótu lív, 18 eru framvegis í lívsvanda.