- Tíðindi, mentan og ítróttur
Árliga súkklukappingin avlýst
Árliga súkklukappingin avlýst
Afturvendandi súkklukappingin, sum síðstu árini hevur verið nevnd "Volvo kring Føroyar", er avlýst. Undirtøkan er ov lítil

Undirtøkan fyri Volvo kring Føroyar-súkklukappingini er í ár so lítil, at fyriskipararnir avlýsa kappingina í summar
12.07.2016 - 08:03
Orsøkin er ov lítil undirtøka, upplýsir Tórshavnar Súkklufelag á heimasíðuni. Sambært felagnum hevur helst sterkast føroyski súkklarin, Torkil Veyhe, sum eisini var favorittur at vinna kappingina í ár, givið avboð.
Hann skal í næstum vera við í Post Cup Nord í Danmark. Í tíðindaskrivi sigur Tórshavnar Súkklufelag seg skilja avgerðina hjá Torkili Veyhe.
Avboðið hjá Torkili Veyhe er í sær sjálvum ikki orsøk til, at øll kappingini her heima er avlýst. Orsøkin er heldur tann, at undirtøkan samanumtikið er ov lítil.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV