Dømdur seks ár í fongsul

Dømdur seks ár í fongsul
Suðurafrikanski ítróttamaðurin, Oscar Pistorius, er dømdur seks ár í fongsul fyri at hava myrt unnustuna í 2013
Oscar Pistorius, eisini kendur sum Bladerunner, kemur her til rættarsalin í Suðurafrika fyrr í morgun. Nú er hann dømdur seks ár í fongsul fyri at hava dripið unnustuna í februar 2013
Mynd: AP  
 
06.07.2016 - 10:19

Oscar Pistorius, best kendur sum Bladerunner, varð fyri løtu síðani dømdur seks ár í fongsul fyri tilætlað at hava dripið unnustuna, Reeva Steenkamp.

Í desember dømdi Hægstirættur í Suðurafrika Oscar Pistorius fimm ár í fongsul fyri drápið. Í morgun varð dómurin broyttur og longdur við einum ári afturat.

Greinin heldur fram niðanfyri

Video oman fyri: Her fær Pistorius dómin

Reeva Steenkamp, unnustan hjá Oscar Pistorius, varð skotin fýra ferðirnar ígjøgnum eina hurð, tá hon læsti seg inni á einum baðirúmi í húsunum, tey búðú í í 2013.

Ákærumyndugleikin heldur, at Pistorius tilætlað skeyt unnustuna tá tey skeldaðust við hús fyri meira enn trimum árum síðani. Ákærin kravdi fongsul í 15 ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949