Minni útgoldið í pensjónum

bannari
Minni útgoldið í pensjónum
Fólkapensjónistar fingu minni útgoldið fyrra hálvár í ár enn í fjør. Tølini skulu tó takast við einum ávísum fyrivarni
 
05.07.2016 - 07:47

Til 1. juli fóru 242,2 milliónir krónur í fólkapensjónum úr landskassanum. Tað eru 6,4 milliónir minni enn fyrra hálvárið í fjør

Tá skal fyrivarni takast fyri, at roknskapirnir fyri mai og juni í ár eru ikki lokaðir enn. Samgongan samtykti at lækka grundupphæddina í fólkapensjónini og hækka útgjaldið úr Samhaldsfasta.

Tá segði landsstýrið, at landskassin fór at spara 42 milliónir krónur í fólkapensjón í ár, tá hækkaða viðbótin í pensjónini er tald við.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. februar
RagnarRokk 6.februar 2025
185815
Hósdag 6. februar
RagnarRokk: Nicke Andersson um Overdriver
185814
Hósdag 6. februar
Ragnarrokk: Nate Garrett um Faded Dream
185812
Hósdag 6. februar
Andarblak - Hann ger gimsteinar úr dusti
187441
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155