- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ógvusligt ferðsluóhapp í Trongisvági
Ógvusligt ferðsluóhapp í Trongisvági
Ein 19 ára gomul kvinna er flutt á Landssjúkrahúsið.

03.07.2016 - 13:55
Eitt ógvusligt ferðsluóhapp var í Suðuroy í morgun. Tað var í Trongisvági, á krossinum har Traðarvegur og Trongisvágsvegur møtast við gamla elverkið í Trongisvági.
Bilurin fór illa, og bilførarin, ein 19 ára gomul kvinna, er flutt á landssjúkrahúsið, tí hon hevur fingið álvarsligar skaðar. Løgreglan veit ikki at siga, hví óhappið hendi.
---
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV