- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ongar leivdir av ólógligum evnum
Ongar leivdir av ólógligum evnum
Ongar leivdir av heilivági ella øðrum ólógligum evnum eru funnar í føroyskum alilaksi seinastu 15 árini, upplýsir Heilsufrøðiliga starvsstovan

27.06.2016 - 07:54
Einki antibiotika ella leivdir av evnum móti laksalús eru ávíst. Tungmálmur og lívrunnin eiturevni eru langt undir ásetta vandamarkinum.
Sýni kannað fyri tungmálm vístu lág virði fyri kyksilvur, kadmium og blýggj. Nøgdin av lívrunnum evnum, so sum PCB og dioksin, var eisini lítil í øllum sýnum.
Viðvíkjandi leivdum av antibiotika í livur og vødda vóru øll sýni negativ, upplýsir Heilsufrøðiliga starvsstovan.
Í fjør vórðu kannað 576 sýni. Ætlanin er at kanna 600 sýni í ár. Føroyar bundu seg í 2001 til at kanna alilaks eftir einum rundskrivi hjá ES.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV