- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fáa minni fyri hýsuna

Tað vísa tøl hjá Hagstovu Føroya. Men hýsan er seld fyri góða hálva triðju millión minni í ár. Virðið er átta prosent minni enn í fjør.
Sambært tølunum hjá Hagstovu Føroya var miðalprísurin til 1. juni í fjør 17,00 krónur fyri hýsuna. Í ár er hann bara 13,60 kr. fyri kilo.
Toskaprísurin tann sami
Tonsatalið er trý prosent minni í ár, og tað er virðið eisini. Upsaveiðan er 14 prosent størri higartil í ár enn í fjør. Men virðið er ikki vaksið líka nógv, tað er sjey prosent størri enn í fjør.
Til 1. juni í ár vórðu avreidd 30.000 tons av feskfiski í Føroyum, fýra prosent meira enn í fjør.
Uppsjóvarfiskur er ikki við í talinum. Virði á fiskinum var 342,4 milliónir krónur, eitt prosent meira enn í fjør.