- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hava ikki slept framhaldsdeildini
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/folkaskuli-02.jpg?itok=fHSkFVsy)
Eftir býráðsfundin í Havn fyri viku síðani var annars greitt, at eingin framhaldsdeild verður í Sankta Frans skúla eftir summarfrítíðina. Tí hevur foreldrabólkurin biðið um fund við Heðin Mortensen, borgarstjóra, um málið.
Tóra Petersen í foreldrabólkinum sigur, at tey hava biðið um fundin fyri at fáa greiðu á fleiri viðurskiftum, sum tey halda vera ógreið og standa ósvarað eftir býráðsfundin fyri viku síðani.
SÍ EISINI Framhaldsdeildin fyribils útsett
Foreldrabólkurin vil millum annað hava at vita, hvat uppskotið, sum býráðið samtykti, ítøkiliga merkir. Býráðið samtykti at seta ein arbeiðsbólk at gera tilmæli um framtíðar miðbýarskúla í Havn.
Arbeiðsbólkurin skal fyri 30. november í ár lata skúlastýrunum í Havn tilmæli, og í seinasta lagi 1. mars næsta ár skal tilmælið latast býráðnum.
Einki frætt frá borgarstjóranum
Foreldrabólkurin vil eisini hava at vita, hví uppskotið hjá Jógvani Arge úr Tjóðveldi, sum er í andstøðu í býráðnum, onga viðgerð fekk og heldur ikki kom til atkvøðugreiðslu.
Jógvan Arge skeyt upp, at fara undir royndarverkætlan við framhaldsdeild í Sankta Frans skúla sum skjótast, men tá uppskotið hjá meirilutanum varð samtykt við átta atkvøðum fyri og ongari ímóti, varð ikki atkvøtt um uppskotið hjá Jógvani Arge.
Foreldrabólkurin í Sankta Frans skúla hevur einki frætt frá Heðini Mortensen, borgarstjóra, ella býráðnum í Havn. Tí er framvegis ógreitt, nær ella um fundurin millum foreldrabólkin og borgarstjóran og býráðið verður.