- Tíðindi, mentan og ítróttur
ST-hoyring um rættindini í Føroyum
Føroyar vóru í hesari vikuni til hoyringar hjá ST um sáttmálan um borgaralig og politisk rættindi. Sáttmálin hevur verið í gildi í Føroyum síðani 1972.
Mannarættindanevndin spurdi millum annað um, hvussu eftirlitið við mannarættindum er í Føroyum. Nevndin vildi eisini frætta um ætlanina hjá landsstýrinum at stovna óheft eftirlit við mannarættindum.
Arbeiðsbólkur ger tilmæli seinni í ár
Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum hevur sett ein arbeiðsbólk at kanna og gera tilmæli um, hvussu ein óheft eftirlitseind kann verða skipað í Føroyum. Arbeiðsbólkurin skal koma við sínum tilmæli seinni í ár.
Niðurstøður og tilmæli frá Mannarættindanevndini verða væntandi almannakunngjørd hálvan juli. Tey verða løgd á heimasíðuna hjá Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum.
Hoyringin nú í vikuni var í høvuðssætinum hjá hákommisserinum hjá ST fyri mannarættindum í Geneve. Embætisfólk í Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum svaraðu fyri Føroyar.