- Tíðindi, mentan og ítróttur
Høvdu væntað sær meira
Í fíggjarlógini fyri 2016 eru hálvthundrað milliónir krónur í tinglýsingargjøldum, sum eru 17 milliónir meira enn í fjør.
Landsstýrið væntaði sær tó 23 milliónir afturat, tá tinglýsingargjaldið hækkaði 100 prosent á nýggjárinum. Gjaldið fyri at tinglýsa fór úr hálvum prosenti upp í eitt prosent av tinglýsta virðinum.
Lendskassin fekk 33 milliónir inn í 2015
Tað varð gjørt fyri at gera inntøkugrundarlagið hjá landskassanum størri, tí skatturin lækkaði á nýggjárinum, og landsstýrið vil hava avlop í fíggjarlógini í ár.
Í fjør fekk landskassin 33 milliónir í tinglýsingargjaldi, sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, í svari til Bjørn Kalsø, løgtingsmann, sum spyr um ymisku avgjøldini hjá landsstýrinum, millum annað um tinglýsingargjaldið.
Hóast tinglýsingargjaldið var hálvt prosent til 1. januar í ár, kom nógv meira tinglýsingargjald í landskassan í fjør enn undanfarin ár, 33 milliónir í fjør, men millum 18,7 og 20,5 milliónir undanfarnu árini.