Talvlandsliðið til OL sett

Talvlandsliðið til OL sett
Føroyar senda eitt sterkt landslið á talvolympiaduna í Aserbadsjan í heyst
 
26.05.2016 - 13:15

Helgi Dam Ziska, John Arni Nilssen, John Rødgård, Rógvi Egilstoft Nielsen og Jóan Hendrik Andreasen fara at umboða Føroyar á stóru talvstevnuni.

Endaliga borðrøðin er ikki ásett enn, men eingin ivi er um, at Helgi Dam Ziska situr á 1. borði. Hvussu hinir fýra sita, er støða ikki tikin til enn.

Helgi, John Arni og John eru altjóða meistarar. Olaf Berg og Høgni Egilstoft Nielsen skuldu ætlandi vera við, men hvørgin fekk farið.

Tríggir útisetar eru á liðnum

Helgi Dam Ziska er undir lestri í Skotlandi, men er um at vera liðugur. Hann er nógv framfarin sum telvari seinnu árini, tó at lesturin hevur lagt meinbogar í vegin fyri royndunum at røkka málinum at gerast stórmeistari.

John Arni Nilssen og Jóan Hendrik Andreassen búgva í Danmark og telva nógv. Báðir hava havt góð úrslit í seinastuni.

Talvolympiadan verður í aserbadsjanska høvuðsstaðnum Baku - heimbýnum hjá Garri Kasparov - í døgunum frá 1.- til 14. september.

Føroyar endaðu nummar 81 av 172 londum á seinastu talvolympiaduni, sum var í Tromsø í 2014.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050