- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nú fellur dómur í Hægstarætti
Fríggjadagin í næstu viku fellur dómur í Hægstarætti í sakarmálinum millum landsstýrið og Heilsumálaráðið og Region Hovedstaden um pengarnar fyri viðgerðina, sum ein filipinskur sjómaður fekk á Sct. Hans sjúkrahúsinum í Danmark.
Hægstirættur viðgjørdi málið í gjár. Landsstýrið krevur góðar 3,8 milliónir krónur aftur umframt rentu frá 7. apríl í fjør at rokna.
7. apríl í fjør fekk Region Hovedstaden góðar 10 milliónir og 250.000 kr. úr landskassanum sambært dóminum hjá Eystari landsrætti. Filipinski sjómaðurin var við føroyskum skipi.
Málið er prinsipielt
Føroya rættur dømdi mannin í viðgerð í Danmark, hóast tað sambært løgtingslóg er føroyska sjúkrahúsverkið, sum avger, hvør skal í viðgerð uttanlands.
Landsstýrið og Heilsumálaráðið halda upp á, at landskassin skal bara rinda fyri viðgerðina eftir at Almanna- og heilsumálaráðið, sum tað kallaðist tá, fekk at vita um sjómannin á Sct. Hans og eisini fekk at vita, at Region Hovedstaden ikki ætlaði sær at gjalda fyri viðgerðina.
Region Hovedstaden vann bæði í Føroya rætti og í Eystara landsrætti. Men landsstýrið fekk loyvi til at fara í Hægstarætt við málinum, tí tað er prinsipielt.
SÍ EISINI Heilsumálaráðið fer nú í Hægstarætt
Málið er ikki bara um pengarnar, sum viðgerðin kostaði, men eisini um lógir. Føroyingar vilja hava Hægstarætt at staðfesta, at føroyska lóggávan um sjúkrahúsverkið eigur ikki at víkja fyri donskum lógum.
Heilsumálaráðið fekk danska advokatin Ole Spiermann at hava málið í Hægstarætti, tí hann er serfrøðingur í heimastýrisskipanini.
Sakarmálið byrjaði beint fyri nýggjár í 2010, tá Region Hovedstaden stevndi landsstýrinum og Heilsumálaráðnum.