Olympisku leikirnir

Olympisku leikirnir
17. juni verður gjørt av, um russisk ítróttarfólk sleppa við til olympisku leikirnar, tí illgruni er um, at skipað doping er farin fram í Ruslandi
 
21.05.2016 - 15:51

Nógv ítróttarfólk sleppa ikki til olympisku leikirnar í summar, tí gamlar dopingroyndir, sum nú verða kannaðar av nýggjum, kunnu vísa, at ítróttarfólkini hava tikið ólóglig evni.

Og tað er heldur ikki óhugsandi, at russisk ítróttarfólk als ikki sleppa við til olympisku leikirnar, nú blóðroyndir frá vetrar ol í Sotji í Ruslandi í 2014, verða kannaðar av nýggjum.

Tað sigur formaðurin í Olympisku Nevndini, Thomas Bach.

- Hann leggur dent á, at um royndirnar sum nú verða gjørdar, eru sannar, so er talan um ógvusliga og skipaða doping, og samstundis talan um álvarslig brotsverk.

Thomas Bach sigur, at um tað sum higartil er komið fram um doping í Ruslandi, er satt, so verður tað nýggja kanningin sum Altjóða Dopingstovnurin, WADA, nú ger, sum fer at gera av, um russisk ítróttarfólk sleppa til olympisku leikirnar í Brasil í summar.

- Er talan um so skipaða doping, sum róð verður framundir, so mugu bæði Sambandið fyri frælsan ítrótt og altjóða olympiska nevndini í felag gera av, hvør revsingin skal vera.


herfyri kom undan kavi, at 31 ítróttarfólk, sum vóru á olympisku leikunum í beijing fyri 8 árum síðani, vóru dopað, tey eru úr 12 londum, men tað er ikki almannakunngjørt, hvaðani tey eru.


Dopingroyndirnar eru tiknar, og goymdar hjá altjóða olympisku nevndini. Nú er ein nýggjur háttur funnin, so betri kanningar kunnu gerast, og tað verður gjørt nú.


Tí er vandi fyri, at nógv ítróttarfólk sum ætlaðu sær til Brasil í summar, kortini ikki sleppa við til olympisku leikirnar.


Umframt at kanna royndirnar frá leikunum í beijing fyri átta árum síðani, er olympiska nevndin í ferð við at kanna 250 royndir frá olympisku leikunum í London fyri fýra árum síðani, og tær kanningarnar verða skjótt lidnar.


17. juni verður fundur í Altjóða sambandinum fyri frælsan ítrótt, og tá verður støða tikin til, um russisku ítróttarfólkini skulu sleppa við til OL.


Russiski ráðharrin í ítróttarmálum sigur seg taka undir við kanningunum sum Olympiska nevndin ger, men hann vísir aftur, at skipað doping hevur verið í Ruslandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050