- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gott mið hjá advokatum
Fíggjarligt støðufesti er eitt gott mið hjá advokatum. Higartil hava sakarmál kostað Fíggjarligum støðufesti 203 mió. kr. Og nógvar milliónir koma afturat næstu árini.
Bara í fjør brúkti Fíggjarligt støðufesti 55 mió. kr. til advokatar. Fíggjarligt støðufesti stevnir teimum eftir endurgjaldi, sum stóðu á odda fyri peningastovnum, Fíggjarligt støðufesti noyddist at lofta.
Millum annað er leiðslan í gamla Eik banka stevnd. Men Fíggjarligt støðufesti sigur í frágreiðing, at sakarmálini eru neyðug, tí tey eru prinsipiell.
Tey fara at avgera, hvørja ábyrgd, leiðslur í peningastovnum hava. Og harafturat ber til at fáa aftur pengar, sum Fíggjarligt støðufesti hevur mist.
Kunnu brúka royndirnar seinni
Dómar í málum, sum longu eru byrjað, kunnu eisini staðfesta, hvørjum ber til at fáa viðhald í og hvat skal til fyri at fáa endurgjald.
Bæði Fíggjarligt støðufesti og Fíggjareftirlitið fara í framtíðini at kunna brúka royndirnar, sum nógvu sakarmálini fara at geva.
Áðrenn Fíggjarligt støðufesti stevnir, verður gjørd ein advokatkanning fyri at vita, um grundarlag er fyri at fara í rættin.
Stevna bara um útlitini eru góð
Danska Vinnumálaráðið, sum umboðar statin, leggur dent á, at útlit skulu vera fyri at vinna sakarmálini, sum Fíggjarligt støðufesti byrjar. Annars verður ikki stevnt.
Men hóast Fíggjarligt støðufesti bara stevnir í málum, sum til ber at vinna, er ivasamt, um tey, sum verða dømd at gjalda endurgjald, yvirhøvur eru før fyri at gjalda.
Fíggjarligt støðufesti hugsar tó ikki um evnini hjá teimum stevndu at gjalda, tá stevnt verður. Sakarmálini eru fyrst og fremst prinsipiell.