
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Livebloggur: Zelenskyj komin til Downing Street

Volodymyr Zelenskyj og Keir Starmer, bretskur forsætisráðharri hittast í Downing Street seinnapartin í dag, eftir nógv umtalaða fundin í Washington í gjár.
Fyri løtu síðan lendi ukrainski forsetin í Stórabretlandi. Fundurin, sum ikki skuldi vera fyrenn í morgin er framskundaður ein dag.
Ætlanin var, at Zelenskyj og Starmer skuldu fundast í morgin.
__________________________________________________
Í løtuni standa miðlafólk og onnur uttan fyri dyrnar til Downing Street 10, og bíða eftir ukrainska forsetanum.
Sambært talsfólki hjá Downing Street hevur Starmer enn ikki viðmerkt fundin millum Zelenskyj, Donald Trump, forseta og J.D. Vance varðaforseta í gjár.
Tó hevur Starmer tosað í telefon við bæði Trump og Zelenskyj, eftir fundin. Tað skrivar bretska kringvarpið.
Í morgin hittast evropeisku stjórnarleiðararnir eftir avtalu at viðgerða ein enda á krígnum millum Ukraina og Russland.
______________________________
Fyri lítlari løtu síðani kom ukrainski forsetin til Downing Street. Bretski forsætisráðharrin tók í móti honum uttan fyri dyrnar. Teir stóðu uttanfyri eina lítla løtu so myndafólkini
kundu taka myndir. Hóast journalistarnir spurdu Zelenskyj um hann hevði nøkur boð til Donald Trump fingu teir onki svar á hesum sinni.
________________________________
Keir Starmer byrjaði við at bjóða ukrainska forsetanum hjartaliga vælkomnan í Downing Street.
-Eg vóni, at tú sá og hoyrdi øll fólkini, sum hava bíða eftir tær her so tey kundu vísa tær og Ukraina sín stuðul.
Vit eru við tykkara lið so leingi, sum tað er neyðugt. Eins og tú, ynskja vit varandi frið til Ukraina. Frið sum er grundaður á sjávræði og trygd.
Volodymyr Zelenskyj byrjaði við at takka bretska forsætisráðharranum fyri vitjanina.
-Ja eg sá fólkini og eg takki tykkum øllum fyri tykkara stuðul. Eg gleði meg til fundin í dag, og eisini til at hitta kongin í morgin.
Greinin verður dagførd...