- Eg eri ómetaliga takksom fyri stuðulin frá føroyingum

- Eg eri ómetaliga takksom fyri stuðulin frá føroyingum
VIKUGESTURIN: Heimlandið fyllir nógv í hugaheiminum hjá Olgu Loburak, sum er úr Ukraina, men hevur búð í Føroyum í 23 ár. Stuðulin frá føroyingum er hjartanemandi, sigur hon.
 
01.03.2025 - 14:55

Olga Loburak er úr býnum Kolomyia í útsyningspartinum av Ukraina. Hon kom til Føroya í 2001, og hevur í dag fest røtur í Klaksvík saman við manni sínum, Páll Klein Rasmussen, og børnum teirra. Olga hevur starvast sum námsfrøðingur í frítíðarskúlanum Snjallabjallu í 20 ár, hon trívist væl í Føroyum, og er virkin í lokalumhvørvinum. 

Men heimlandið fyllir nógv í hugaheiminum - ikki minst síðani Russland leyp á Ukraina fyri trimum árum síðani. Foreldrini hjá Olgu og tveir eldri brøður búgva enn í Ukraina, og ein beiggi er hermaður í Eysturukraina í løtuni. Tað er sera tungt hjá familjuni:

- Tað er ræðuliga hart at vita, tí kríggið leikar hart á, har sum hann er. Vit lurta eftir tíðindunum, og eg tosi við mammu hvønn dag fyri at frætta um beiggja mín. Hoyra vit frá honum, gleðast vit, og so er dagurin góður. Hann fortelur ikki nógv um umstøðurnar, har sum hann er staddur. Viðhvørt sendir hann eina mynd, men annars hoyra vit ikki nógv um hansara gerandisdag, tí tað er ov tungt, sigur Olga.

Heimbýurin hjá Olgu, Kolomyia, hevur um 70.000 íbúgvar. Foreldrini hjá Olgu hava bæði arbeitt við list - mamman við leirlist og pápin setti á stovn ein listaskúla til børn, har hann hevur starvast í 50 ár. Elsti beiggin, Oleg Loburak, arbeiðir eisini við list, og hevur eitt nú gjørt standmynd mitt í býnum, sum øll børn, ið byrja í fyrsta flokki, vitja. 

Støðan í Kolomyia er ikki eins ring, sum í Eysturukraina, men kríggið merkist tó væl og myndar gerandisdagin:

- Í byrjanini komu sera nógv flóttafólk til Kolomnyia. Tey fingu innivist á skúlum og dagstovnum, og øll í býnum hava staðið saman um at hjálpa við eitt nú mati og neyðsynjarvørur. Flogvøllurin og elvirkið uttanfyri Kolomyia er bumbað, og tí hava vit havt stórar trupulleikar við streymi. Býurin hevur góðar verjuskipanir, men ávaringar um álop er gerandisdagur, og um kvøldið verður býurin lagdur myrkur. Fólk venja seg við tað, og tað er bæði gott, men eisini óhugnaligt, sigur Olga.

Hóast tað er hart, hevur Olga kent stóran stuðul frá vinum, starvsfeløgum og familjuni í Klaksvík. Hon fegnast um arbeiðið, sum Klaksvíkar kommuna ger fyri ukrainsku flóttarnar í kommununi, og at fyritøkur taka ukraniar í arbeiðið. Hon vísur eisini á, at Marjun Lómaklett hevur hildið fleiri gudstænastur og biðið fyri ukrainska fólkinum, og alt hetta er ein uggi, og hevur stóran týdning, sigur Olga.

Skelkað um fundin millum Donald Trump og Vlodomir Zelensky
Í gjár var fundur millum Donald Trump og Vlodomir Zelensky í Hvítu húsunum í USA. Fundurin endaði í ruðuleika, og eisini Olga er skelkað um hendingina: 

- Eg eri kløkk og kedd um, at hatta kann henda nú trý ár síðani at kríggið byrjaði. Tað var keðiligt fyri okkara land og Zelensky, at fundurin gekk á slíkan hátt. Zelensky stendur við sítt, og roynir at verja sítt land og sítt fólk, tí kríggið er órættvíst. Hann hevur roynt at gera alt, hann kann fyri at steðga krígnum. Samstundis eri eg errin av, at hann torir at siga Trump ímóti. Tað mest keðiliga er, at vit vita ikki, hvat hendir í morgin. Tað gjørdu vit við Biden, tí hann var loyalur, demokratiskur og royndi at hjálpa Ukraina. Men soleiðis er Trump ikki, sigur Olga.

Hjartansfegin um stuðul frá føroyingum
Olga hevur skipað fyri fleiri innsavningum til Ukraina, og hon er ómetaliga takksom fyri stuðulin úr Føroyum, sum eitt nú eru farin til krabbasjúk børn á sjúkrahúsi í Kolomnya, og til børn, ið hava mist foreldur. Olga vísur á, at nøkur føroysk sjálvi børn hava savna pening inn, og onkur hevur latið sínar føðingardagspengar fyri at hjálp í Ukraina. Tað er hjartanemandi, heldur hon.

Í mars 2022 skipaði dagstovnurin Snjallabjalla, har Olga starvast, fyri innsavnan og fingu tilsamans 24.000 krónur, ið vóru latnar landsdekkandi hjálparfelagsskapinum í Ukraina Karitas, sum júst tá bygdi eini hús til foreldraleys børn. Eisini koyrir felagsskapurin hjálparpakkar til harðast raktu býirnar í Ukraina.

- Tit eru fantastiskir føroyingar, og eg vil takka øll fólkini, ið hava hjálpt, sigur Olga.

 

Lurtið eftir allari samrøðuni við Olgu Loburak her

1729292

 

Myndir, leirlist og ein barnabók, ið mamman Olgu, Maria Loburak og beiggin Oleg Loburak, ið eru listafólk, hava gjørt.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. mars
Upp á tá - 280225
188490
Leygardag 1. mars
Jambalaja - 010325
188487
Leygardag 1. mars
VIkan 1. mars 2025
188483
Leygardag 1. mars
Morgunlestur leygardagur 1. mars 2025
187869
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. februar
Veðrið
188455
Fríggjadag 28. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188428
Fríggjadag 28. februar
Heim, kæra heim (3:3) - teknmálstulkað
188417
Hósdag 27. februar
Hvíta gullið
188389
Hósdag 27. februar
Heim, kæra heim (2:3) - teknmálstulkað
188381