- Tíðindi, mentan og ítróttur
Heilivágurin verður nú dýrari
Heilivágurin verður nú dýrari
Heilivágur verður dýrari í dag. Tey tvey prosentstigini, sum prísirnir lækkaðu 1. januar í fjør, koma afturíaftur í dag
04.05.2016 - 08:10
Við kunngerð, sum varð lýst í gjár, hevur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, hækkað vinningsprosentið hjá apotekunum úr 13 upp í 15 prosent.
Undanmaður hennara, Karsten Hansen, lækkaði tað úr 15 niður í 13 prosent á nýggjárinum í fjør. Orsøkin til hækkingina nú er fíggjarstøðan hjá Apoteksverkinum.
Neyðugt at hækka prísin
Fíggjarstøðan er ikki góð, og í næstu viku verður fundur millum Heilsumálaráðið og Apoteksverkið.
Havbúnaðarfelagið, sum fekk uppskotið um kunngerðina til hoyringar, heldur seg vita, at neyðugt er at hækka prísirnar
Tí heilsuverkið fyriskipar bíligari heilivág, og at alivinnan ikki keypir so nógvan heilivág í ár sum í fjør.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV