Størri avlop í gjaldsjavnanum

Størri avlop í gjaldsjavnanum
Avlopið í gjaldsjavnanum í fjør var góðar 100 milliónir krónur størri enn í 2022
Útlendingar fáa nógv meira fyri sínar íløgur í Føroyum enn føroyingar fáa fyri sínar íløgur uttanlands. Meira enn hálva milliard meira.æ
 
20.11.2024 - 05:59

Avlopið í gjaldsjavnanum í fjør var góðar 100 milliónir krónur størri enn í 2022.

Avlopið í fjør var 1,3 milliardir krónur, skrivar Hagstovan.

Inntøkurnar frá sølu av vørum og tænastum, inntøkur frá fíggjarognum uttanlands og flytingar frá útlondum vóru 18,6 milliardir krónur í fjør. 

Og útreiðslurnar vóru 17,3 milliardir krónur.

Vøksturin í avlopinum stavar fyrst og fremst frá vøruhandilsjavnanum.

Hann fór úr 788 milliónum krónum í 2022 upp í eina milliard og 325 milliónir krónur í 2023. 

Tænastujavnin hevði eina milliard krónur í halli. 

Lønarflytingarnar og rakstrarflytingarnar góvu eitt íkast til avlopið uppá ávikavist 750 og 808 milliónur krónur.

Men hall var í fíggjarinntøkunum.

Útlendingar høvdu eina milliard og 400 milliónir krónur í avkasti av íløgum í Føroyum.

Føroyskar íløgur uttanlands góvu 854 milliónir krónur.

Stór avlop hava verið í rakstrarviðskiftum gjaldsjavnans síðani 2013, skrivar Hagstovan.  


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 19. apríl
Jambalaja - 190425
190869
Leygardag 19. apríl
Upp á tá - 180425
190863
Leygardag 19. apríl
Morgunlestur leygardagur 19.apríl 2025
190559
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835