Felag hjá Gullaki Madsen keypt fleiri partabrøv í Føroya Banka

Felag hjá Gullaki Madsen keypt fleiri partabrøv í Føroya Banka
Feløg, har Gullak Madsen er uppií, eiga nú nærum líka nógv í bankanum sum landsstýrið, ið eigur 34,8 prosent av partabrøvunum.
RMV Holding, sum Gullak Madsen eigur í, hevur keypt fleiri partabrøv í Føroya Banka. Samstundis hava íslendingar selt partabrøv í bankanum.
 
21.11.2024 - 12:19

Fyrrverandi reiðarin, Gullak Madsen,  sum býr í Hirtshals í Danmark, hevur keypt ein bita aftrat av Føroya Banka. 

Samstundis hevur felagið Kaldbakur ehf., sum er dótturfelag hjá íslendska reiðarínum Samherja, selt øll síni partabrøv í bankanum. 

Í fráboðan frá Føroya Banka til keypsskálan í Keypmannahavn, dagfest 31. oktober, verður staðfest, at Kaldbakur ehf. hevur selt øll síni partabrøv. 

Sama dag verður boðað frá, at smápartafelagið RMV Holding nú eigur 486.955 partabrøv, sum svara til 5,07 prosent av partabrøvunum. 

Talið av partabrøvum hjá RMV Holding svarar til talið, sum Kaldbakur ehf. átti.

 

Gullak Madsen.

 

44 prosent

Smápartafelagið RMW Holding er eitt felag, sum Gullak Madsen eigur saman við føroyska reiðarínum Varðanum og smápartafelagnum 1. juli 2009.

Stjóri og eigari í 1. juli 2009 er Árni Rasmussen, sum á seinasta aðalfundi hjá Føroya Banka var valdur í nevndina eftir tilmæli frá feløgunum hjá Gullaki Madsen. 

Ruth Holding - sum er íløgufelagið hjá Gullaki Madsen - eigur góð 44 prosent av RMV Holding. 

Smápartafelagið 1. juli 2009, sum Árni Rasmussen eigur, eigur 23,6 prosent av partabrøvunum, og Varðin eigur 32,5 prosent. 

 

Árni Rasmussen var valdur í nevndina í Føroya Banka á seinasta aðalfundi eftir tilmæli frá feløgum hjá Gullaki Madsen.

 

Gullak veruligur eigari

Gullak Madsen er, sambært skrásetingini, skrásettur sum veruligur eigari av felagnum. 

Frammanundan eiga tvey feløg hjá Gullaki Madsen stórar ognarlutir í Føroya Banka. 

Ruth Holding eigur 14,6 prosent av partabrøvunum, og GMT Familie Holding ApS eigur 10,4 prosent. 

Tey trý feløgini hjá Gullaki Madsen eiga sostatt nú tilsamans umleið 30 prosent av partabrøvunum í bankanum. 

Sostatt nærkast feløgini hjá Gullaki Madsen ognarlutinum hjá landsstýrinum, sum er 34,8 prosent. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791