- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fekk ikki uppskotið úr fíggjarnevndini
Uppskotið hjá Nýggjum Sjálvstýri, um at allar grønar hitaskipanir skulu sleppa undan meirvirðisgjaldi, verður liggjandi í fíggjarnevndini.
Málið hevur ligið í fíggjarnevndini síðani í heyst, og nú var Kári P. Højgaard, sum legði uppskotið fram, farin at ótolnast.
Hann vildi hava tingið at atkvøða málið aftur úr fíggjarnevndini, so tað kundi koma til aðru viðgerð. Men tað eydnaðist ikki.
Tá atkvøtt varð fyrrapartin, stóð á jøvnum - 13 atkvøður vóru fyri og 13 ímóti, og tvær vóru blankar - og tí var ikki meiriluti fyri at fáa uppskotið úr fíggjarnevndini.
4-5 vikur
Málið hevur ligið í fíggjarnevndini síðani 3. november.
Tá fíggjarnevndin í februar bað um at fáa freistina longda at leggja álit fram, varð roknað við, at nevndararbeiðið fór at taka 4-5 vikur aftrat.
Løgtingsformaðurin eftirlíkaði umbønini um at leingja freistina, men enn er einki álit komið.
Ruth Vang, forkvinna í fíggjarnevndini, segði við útvarpið fyrr í vikuni, at viðgerðin hevur drigið út, m.a. tí at fíggjarlógarviðgerðin var fyri, og tí fíggjarnevndin vildi hava uppskotið útgreinað, bæði hjá landsstýriskvinnuni í orkumálum og landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum, samanborið við orkupolitikkin hjá landsstýrissamgonguni.
Álitið kemur fyrsta dagin, segði Ruth Vang.