- Tíðindi, mentan og ítróttur
Russiskt skip misti mann
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/russiskur-madur-fyri-bord-18042016.jpg?itok=GuM5eRH6)
Klokkan hálvgum seks seinnapartin fekk Sjóbjargingarstøðin boð frá Norðborg um, at russiska skipið hevði mist ein mann. Lazurnyy var staddur suðuri móti føroyska markinum.
Sjóbjargingarstøðin, MRCC, fekk samband við russiska skipið og fekk at vita haðani, at ein maður var horvin. Hann var ikki at finna umborð.
Greinin heldur fram niðanfyri
Frámerkið á kortinum vísir, hvar russiska skipið misti mannin
Norðborg, Ísleifur, Jupiter, Christian í Grótinum, Næraberg og Lazurnyy leitaðu. Tyrlan kom á staðið beint fyri klokkan sjey, og Norðborg samskipaði leitingina.
Líkindini at leita vóru vánalig, okkurt um 20 m/s, og aldan var góðar sjey metrar høg, men sýnið var toluligt. Leitað varð til ikki bar til at leita longur fyri myrkri. Men leitingin gav ikki úrslit, upplýsir MRCC.