- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ósamd um hvussu játtanin skal býtast
Orsøkin til at Petur Elias Petersen hevur lagt frá sær sum forseti í Ítróttasambandi Føroya er fyrst og fremst ósemjan millum sersambondini, hvussu játtanin hjá ÍSF skal býtast.
Sambært heimasíðuni hjá ÍSF, hevur forsetin lagt frá sær av persónligum ávum, men Kringvarpið skilir, at stríðið um, hvussu pengar verða býttir millum sersambondini undir Ítróttasambandinum, er høvuðsorsøkin til, at hann leggur frá sær.
Sum skilst kenna 13 sersambond undir ÍSF seg svikin av ávísum sersambondum, og fráfarni forsetin tímdi, sum skilst, ikki at stýra klandursrakta Ítróttasambandinum longur.
SÍ EISINI Flestu feløgini nøgd við býtislykilin
Katrin Abrahamsen legði eisini frá sær sum nevndarlimur í ÍSF í seinastu viku. Hon sigur, at tað var eina og aleina tí, at hon fór aftur í nevndarsessin í Føroya finleikasambandi.
Nevndin har hevur verið undirmannað í langa tíð. Tað er ikki loyvt at vera í starsvnevndini hjá ÍSF og í nevndini í einum sersambandi i senn.
Tey hava tí boðað frá, at hvørki flogbóltur ella svimjing verða við á Oyggjaleikunum í summar. Tey hava - uttan um Ítróttasambandið - verið á fundi við Mentanarnevndina hjá Løgtinginum um, hvussu játtanin eigur at verða býtt, og tað dámar ikki hinum sersambondunum.
SÍ EISINI ÍSF-forsetin gevst
Ítróttasambandið fær 8 milliónir krónur frá Løgtinginum um árið, umframt 8,5 milliónir í veddingarpengum. Eitt uppskot um at marka 1,2 milliónir til altjóða kappingarluttøku er í løtuni til viðgerðar í politisku skipanini.
Í tíðindaskrivi boða øll sersambondini uttan Svimjingsambandið, Flogbóltssambanið og Hondbóltssambandið frá, at tey vilja hava ÍSF at býta pengarnar, og ikki, at Løgtingið skal gera av, hvussu játtanin til ítrótt verður nýtt.
Eisini harmast tey, at Petur Elias Petersen hevur lagt frá sær. Hann sitið í starvsnevndini í ÍSF í 21 ár, tey seinastu seks árini sum forseti.