ÍSF-forsetin gevst

ÍSF-forsetin gevst
Petur Elias Petersen hevur lagt frá sær sum forseti í ÍSF. Tað ger hann av persónligum ávum
ÍSF-forsetin seinastu tvey árini, Petur Elias Petersen, gevst, boðar Ítróttasamband Føroya frá
 
13.04.2016 - 08:10

Tað stendur á heimasíðuni hjá ÍSF í morgun. Petur Elias Petersen hevur verið forseti í Ítróttasambandi Føroya síðani á vári í 2010, og hann hevur verið í starvsnevndini síðani 1995.

Petur Elias Petersen sigur í morgun, at hann hevur onga viðmerking um málið. Petur Ove Petersen, varaforseti, er fyribils forseti í ÍSF.

Petur Elias Petersen varð fyri tveimum árum síðani valdur til ÍSF-forseta í fýra ár, so hann hevði tvey ár eftir av skeiðinum. Forsetastarvið í ÍSF er ólønt.

Útvarpið tosaði týskvøldið við Petur Elias Petersen um atfinningarnar frá nøkrum av sersambondunum, áðrenn hann fór á fund í ÍSF, har hann legði frá sær.

Hoyr ta samrøðuna her: Flestu feløgini nøgd við býtislykilin

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. oktober
RagnarRokk 17.oktober 2024
180803
Hósdag 17. oktober
RagnarRokk:Markus Vanhala um Nordic Gothic
180802
Hósdag 17. oktober
«Ein maður átti eitt fikutræ...»
182221
Hósdag 17. oktober
RagnarRokk: Dan Lorenzo um Visioning
180799
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. oktober
Sært tú fuglin? II (2:2)
182194
Týsdag 15. oktober
Veðrið - teknmálstulkað
182120
Týsdag 15. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
182119
Týsdag 15. oktober
Veðrið
182112
Týsdag 15. oktober
Fletta í Kongsstovu
182110