Játtanarkarmarnir viðgjørdir í dag

bannari
Játtanarkarmarnir viðgjørdir í dag
Seinnapartin verður politiska viðgerðin av játtanarkørmunum í Løgtinginum. Játtanin til mentan fer helst at seta sín dám á viðgerðina
 
05.04.2016 - 08:13

Tað er ikki óhugsandi, at kjakið millum annað fer at snúgva seg um játtanina til mentan og list komandi árini, nú játtanarkarmarnir verða viðgjørdir í tinginum.

Mánakvøldið sendi landsstýriskvinnan við mentamálum, Rigmor Dam, ikki bara eitt, men tvey tíðindaskriv, har hon grundgevur fyri størri játtanum til sítt øki.

Vil hava meira pening til mentan

Millum annað vil Rigmor Dam at játtanin til mentanarstuðul hækkar upp í 10 milliónir næstu trý árini. Málið er, at fleiri listafólk skulu fáa løn úr Mentanargrunninum at arbeiða við.

Hóast talan er um smáar upphæddir sammett við so nógv annað á fíggjarlógini, so hevur júst Mentanargrunnurin fyrr elvt til ógvusliga øsing, tá upphæddin í grunninum er lækkað ella hækkað.

Tað var millum annað lækking av stuðlinum, sum førdi við sær umfatandi listaboykottið, sum vardi í fleiri ár.

SÍ EISINI Tak niður: Uppskot til játtanarkarmar 2017

Meginparturin av íløgunum hjá landinum næsta ár fara til mentan og heilsu, ávikavist at gera miðnámsdepilin Glasir lidnan og at byggja nýggjan psykiatriskan depil.

Hevur tú ikki stundir at fylgja politiska kjakinum í tinginum í dag, kanst tú hyggja í sjónvarpið í kvøld. Har verður kjak um játtanarkarmarnar við øllum floksformonnunum. Kjakið byrjar eftir Dag & Viku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 12. mars
LEITISSTEIN 11.03.2025
189066
Mikudag 12. mars
Morgunlestur mikudagur 12. mars 2025
188899
Týsdag 11. mars
Breddin: Valdagur í Grønlandi
188969
Týsdag 11. mars
Góðan morgun Føroyar
188963
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189087
Týsdag 11. mars
Veðrið
189035
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123