Føroyskt badminton sera góð úrslit í Íslandi

Føroyskt badminton sera góð úrslit í Íslandi
Føroysku badmintonleikararnir vunnu eina rúgvu av heiðursmerkjum í Reykjavík International Games
Mynd: Badmintonsambandið  
 
25.01.2016 - 09:09

Fýra føroysk feløg hava kappast í badminton í Íslandi um vikuskiftið.

Føroysku leikararnir kláraðu seg sera væl í mest sum øllum aldursbólkunum.

Síðsta finalan varð spæld sunnukvøldið, og tá hon var liðug kundi føroyska legan fara heim aftur við eini rúgvu av heiðursmerkjum.

Tilsamans vunnu føroysku leikararnir tíggju gull og tíggju silvurheiðursmerkir. Hetta eru fimm fleiri heiðursmerkir enn Føroyar vunnu á somu leikum í fjør.

Serliga væl gekk tað hjá Sissal Thomsen og Jónasi Djurhuus, sum vunnu tríggjar gull av trimum møguligum.

Frálíkt úrslit

Erik Engelbrecht Thomsen, formaður í Badmintonsambandi Føroya fegnast um úrslitið, sum vísir, at tað er framgongd í ítróttini.

- Tað er gott at síggja, at okkara leikarar klára seg so væl, tí teir møttu sterkari íslendskari mótstøðu, sigur Erik Engelbrecht Thomsen.

Føroysku feløgini sum vóru umboðaði Íslandi vóru Havnar badmintonfelag, Klaksvíkar badmintonfelag, Miðvágs badmintonfelag og ÍF.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050