- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fyrsti tingfundur í ár
Grein 19 nevndin heitir á tingið um at taka frágreiðingina frá nevndini til eftirtektar. Nevndin heitti samstundis á landsstýrið um at fyrireika og leggja fram lógaruppskot.
Tað eigur at verða gjørt, so vit ikki endurtaka óhepnar mannagongdir og avleiðingar, sum hava verið av málinum um Eik Grunnin.
Fleiri broytingar ikki neyðugar nú
Vinnunevndin, sum hevur viðgjørt málið, mælir til at samtykkja uppskotið. Nevndin sigur tó, at lógin um sparikassagrunnar er longu broytt og herd.
Fleiri broytingar eru ikki neyðugar nú, heldur ikki í øðrum lógum. Nevndin heldur tó, at landsstýrið eigur at kanna, hvør er í nevndunum í grunnum í Føroyum.
Vinnunevndin viðgjørdi eisini vantandi innlitið í skjøl hjá Fíggjareftirlitinum og Fíggjarligum støðufesti, skjøl, sum Grein 19-nevndin fegin vildi síggja, men ikki slapp at síggja.
Tveir skrivligir spurningar eisini á skránni
Vinnunevndin vendi sær til ríkisumboðsmannin. 11.desember í fjør fekk nevndin svar frá danska Løgmálaráðnum, sum sigur, at danska stjórnin er sinnað at finna felags loysnir so tað í framtíðini ikki verður nakar trupulleiki at útvega neyðugar upplýsingar í slíkum kanningararbeiði.
Løgtingið fer í dag eisini viðgera lógaruppskotið um at sleppa teimum, sum selja ella umvæla føroyskar bátar, undan meirviðisgjaldinum. Bjørn Kalsø í Sambandsflokkinum eigur uppskotið. Tveir skrivligir fyrispurningar verða eisini svaraðir.
Rigmor Dam, landsstýriskvinna, skal svara einum fyrispurningi frá Kára P. Højgaard um trygdarskeið, og Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, skal svara fyrispurningi frá Anniku Olsen um nýggja veðurlagssáttmálan.