- Tíðindi, mentan og ítróttur
Senda einki skip í summar
Sea Shepherd sendir einki skip til Føroya í ár, og tó. Tað skrivar Paul Watson á heimasíðuni hjá Sea Shepherd í dag.
Brúk er fyri skipunum aðrastaðni. Men herferðin móti grindadrápinum steðgar ikki fyri tað, sigur felagsskapurin millum annað í fráboðanini.
Greinin heldur fram niðanfyri
#COMMENTARY: It’s Time to Go Global With the Gruesome #Grindadráp By @CaptPaulWatson #READ https://t.co/bJ6Q4G5QMZ pic.twitter.com/L3rF54ZBTD
— Sea Shepherd (@seashepherd) January 14, 2016
Sea Shepherd fer nú at gera ein heimildarfilm um grindadráp, gera tiltøk móti ferðavinnuni í Føroyum og Danmark og stevna londunum fyri at bróta evropiskar og altjóða lógir
Kanska ella kanska ikki fara skipini og fólkini á landi aftur til Føroya um nøkur ár. Og so tekur Paul Watson afturíaftur:
"Perhaps they will return this summer, maybe, maybe not". Eitthvørt høvi má brúkast, tá tað býðst, skrivar Paul Watson.