Arbeiðsvanlukkan ikki í rættin hóast alt

Arbeiðsvanlukkan ikki í rættin hóast alt
Rættarmálið um arbeiðsvanlukkuna í Havn tann 25. september í 2014 er avlýst, boðar Føroya rættur frá í dag
Føroya rættur skuldi viðgera málið um arbeiðsvanlukkuna, ið kravdi eitt mannalív umborð á trolaranum Ilivileq, mánadagin, men rættarmálið er avlýst
 
14.01.2016 - 16:01

Arbeiðsgevarin hevur góðtikið sektaruppskotið, og tí hevur ákæruvaldið tikið málið aftur. Maðurin, sum doyði í vanlukkuni, arbeiddi fyri Faroe Maritime Services.

Arbeiðseftirlitið kannaði vanlukkuna og mælti til at geva Faroe Maritime Services 40.000 krónur í bót fyri ikki at halda sínar skyldur sum arbeiðsgevari.

Vildu ikki gjalda bótina

Felagið fekk síðani eitt sektaruppskotið frá fútanum, men vildi ikki gjalda bótina. Felagið var ikki nøgt við málsviðgerðina og niðurstøðuna hjá Arbeiðseftirlitinum.

Fútin sendi tí Føroya rætti málið. Rætturin skuldi viðgera málið mánadagin. Fútin sendi tí Føroya rætti málið.

Rætturin skuldi viðgera málið mánadagin. Men tað verður av ongum, nú sektaruppskotið er góðtikið og bótin goldin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (6:6)
187318
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (5:6)
187317
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (4:6)
187316
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (3:6)
187315
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (2:6)
187314
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109