Mál um arbeiðsvanlukku í rættin

Mál um arbeiðsvanlukku í rættin
Mánadagin fer Føroya rættur at viðgera málið um arbeiðsvanlukkuna í Havn tann 25. september í 2014, tá ein maður doyði
Føroya rættur fer nú at viðgera eitt mál um eina arbeiðsvanlukku, ið var í september í 2014
 
13.01.2016 - 12:41

Ein 22 ára gamal maður doyði undir lossing, tí ein plattur brotnaði, sum var á veg upp úr lastini á grønlendska trolaranum Ilivileq, sum umskipaði frystan makrel við Eystaru bryggju í Havn.

Maðurin arbeiddi fyri Faroe Maritime Services. Arbeiðseftirlitið kannaði vanlukkuna og mælti til at geva Faroe Maritime Services 40.000 kr. í bót fyri ikki at halda sínar skyldur sum arbeiðsgevari.

SÍ EISINI Fingu onga vegleiðing fyri deyðavanlukku

Felagið fekk síðani eitt sektaruppskotið frá fútanum, men hevur ikki viljað goldið bótina. Felagið er ikki nøgt við málsviðgerðina og niðurstøðuna hjá Arbeiðseftirlitinum.

Fútin sendi tí Føroya rætti málið. Og Føroya rættur hevur sett málið í rættarlistan fyri mánadagin 18. januar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (6:6)
187318
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (5:6)
187317
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (4:6)
187316
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (3:6)
187315
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (2:6)
187314
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109