- Tíðindi, mentan og ítróttur
Útlendingaøkið skal yvirtakast fyrst
Útlendingaøkið skal yvirtakast fyrst, áðrenn vit av álvara fara at tosa um at taka flóttafólk til Føroya. Poul Michelsen, landsstýrismaður, hevur svarað Kristinu Heðinsdóttur Clementsen, løgtingskvinnu.
Hann sigur millum annað í svarinum, at sum skipanin er, heldur hann ikki, tað er skilagott at taka flóttafólk til Føroya við vælsignilsi frá donskum myndugleikum og sambært donskum lógarásetingum, sum skulu setast í gildi fyri Føroyar.
SÍ EISINI - Vit eiga at taka ímóti nøkrum flóttafólkum
- Tí haldi eg, sigur Poul Michelsen, at vit fyrst skulu hugsavna okkum um at fremja skipaða og skilagóða yvirtøku og samstundis kanna gjølla møguleikarnar fyri, hvussu Føroyar kunnu taka flóttafólk, um til dømis politisk undirtøka er fyri tí.
Poul Michelsen heldur sjálvur, at vit eiga at taka í móti flóttafólkum, men ikki fyrr enn vit sum land formliga hava tikið hesa ábyrgd á okkum.
Heldur viljin hjá tí almenna skortar
- Vit í Føroyum hava eins og øll onnur lond avbjóðingar, sum skulu loysast og peningur skal setast av til. Men vit kunnu rætt og slætt ikki loyva okkum at hugsavna okkum um Føroyar aleina.
- Tíverri haldi eg, at vit frá almennari síðu í ov stóran mun hava haft lyndi til at gera tað, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkismálum.
Hann heldur, at vit í Føroyum duga í so væl at njóta rættindi og ágóðar, sum altjóða samstarv og heimurin kring okkum hava at bjóða. Tá okkurt skal latast afturfyri, skortar viljin hjá tí almenna í ov stóran mun, sigur Poul Michelsen.