- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eftirløn skal ikki mótroknast
Tann eftirlønin skal ikki mótroknast í arbeiðsloysisstuðlinum, sigur Løgtingsins umboðsmaður. Tað gjørdi ALS og fekk eisini viðhald í Kærunevndina hjá Arbeiðsloysisskipanini.
Men ein einkja, sum kærdi avgerðina hjá Kærunevndini til Løgtingsins umboðsmann, fekk viðhald har. Hjúnafelagaeftirløn skal samanberast við uppihaldspening, og skal tí sum annar uppihaldspeningur haldast uttan fyri útrokningarnar, tá arbeiðsloysisstuðulin verður ásettur.
Soleiðis eiga lógin um ALS og kunngerðin um útgjald at verða tulkaðar, sigur Løgtingsins umboðsmaður.
Mæla til at viðgera máli av nýggjum
Fyri at eingin ivi skal vera, mælir Løgtingsins umboðsmaður Samferðslumálaráðnum, sum nú varðar av ALS, at fáa lógina um ALS gjørda neyvari.
Tað skal gerast, so tað gerst púra greitt, at eftirløn hjá deyðum hjúnafelaga skal ikki ávirka arbeiðsloysisstuðulin hjá einkjum ella einkjumonnum.
Løgtingsins umboðsmaður mælir eisini Kærunevndini hjá Arbeiðsloysisskipanini, sum tulkar lógina á sama hátt sum ALS, til at viðgera málið av nýggjum.