Gera fráfaringaravtalur fyri at spara pening

Gera fráfaringaravtalur fyri at spara pening
Fráfaringaravtalurnar, ið eru gjørdar við stjórar og leiðarar, verða gjørdar fyri at spara landskassanum pening, siga løgmaður og Fíggjarmálaráðið
Fráfaringaravtalur fyri góða hálva sjeyndu millión krónur eru gjørdar í landsstýrinum seinastu fimm árini. Avtalurnar verða gjørdar fyri at spara pening, løgmaður og Fíggjarmálaráðið
 
06.01.2016 - 08:46

Tað ljóðar øvugt, men fráfaringaravtalurnar, sum landsstýrið ger við stjórar og leiðarar, sum tað vil sleppa sær av við, verða gjørdar fyri at spara landskassanum pengar. Tað siga løgmaður og Fíggjarmálaráðið.

Í svari til Kára P. Højgaard, løgtingsmann, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, at hugsast skal um, hvussu eitt uppsagnarmál kann draga út og krevja orku.

Málið kann draga so nógv út, at tað krevur eyka lønarútreiðslur, fyri ikki at tala um, hvussu krevjandi rættarmál um endurgjald kann vera.

SÍ EISINI Fráfaringaravtalur fyri 6,5 milliónir krónur

Fíggjarmálaráðið skrivar í vegleiðing um uppsøgn, at viðhvørt kann tað vera fyrimunur bæði fyri tann setta og setanarmyndugleikan, at fráfaringaravtala verður gjørd.

Vanlig uppsøgn fylgir reglum í sáttmálum, og er harumframt ein fyrisitingarlig avgerð eftir fyrisitingarligu reglunum. Tá fráfaringaravtala verður gjørd, eru vit uttan fyri fyrisitingarligu reglurnar um hoyring og annað, sigur Fíggjarmálaráðið.

Og ráðið leggur afturat, at Hægstirættur sigur tað vera í lagi at gera fráfaringaravtalur og soleiðis avtala seg leys av fyrisitingarreglunum. Treytin er tó, at myndugleikin ikki kann verða lagdur undir valdsreingjan.

Ikki loyvt at gera "gyltar" avtalur

Samanumtikið kann fráfaringaravtala kosta landskassanum minni enn rættarmál og endurgjald. Men avtalan má kortini ikki kosta meira enn sannlíkt er, at ein dómur hevði kostað.

Og ikki er loyvt at gera “gyltar” avtalur. Fráfaringaravtalan skal vera betri loysn fyri landið og stovnin enn uppsøgn eftir vanligu reglunum, sigur Fíggjarmálaráðið. Fíggjarmálaráðið, sum er almenni arbeiðsgevarin, skal góðkenna setanarsáttmálar hjá stjórum.

Til beint fyri jól í 2013, tá Fíggjarmálaráðið strikaði hana, var áseting um fráfaringarsamsýning í standardsáttmálanum. Seinastu fimm árini eru gjørdar 16 fráfaringaravtalur í aðalráðunum. Tær kosta góðar 6,5 mió. kr.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. februar
Morgunlestur týsdagur 4.februar 2025
186653
Mánadag 3. februar
Gullberg Gullfoss: Ein rík tíð
187263
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Levi Niclassen
187259
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Eydna í Homrum
187257
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109