Fráfaringaravtalur fyri 6,5 milliónir krónur

Fráfaringaravtalur fyri 6,5 milliónir krónur
Fráfaringaravtalur fyri góða hálva sjeyndu millión krónur eru gjørdar í landsstýrinum seinastu fimm árini, tá 16 fráfaringaravtalur vórðu gjørdar
Seinastu fimm árini hava fráfaringaravtalur kostað landskassanum umleið hálva sjeyndu millión krónur. Flestu fráfaringaravtalurnar vórðu gjørdar í Almannamálaráðnum
 
05.01.2016 - 12:37

Bara í tveimum aðalráðum er eingin fráfaringaravtala gjørd. Almannamálaráðið gongur á odda, tá avtalur verða gjørdar við stjórar og leiðarar um at fara úr starvinum.

Seinastu fimm árini eru gjørdar 16 fráfaringaravtalur við almennar stjórar og leiðarar. Tær hava kostað landskassanum góða hálva sjeyndu millión krónur.

Tá er sáttmálabundin uppsagnarløn, vanliga í seks mánaðir, tald við. Tað upplýsir Aksel V. Johannesen, løgmaður, í svari til Kára P. Højgaard, løgtingsmann.

Almannamálaráðið gjørt flestu fráfaringaravtalurnar

Í Almannamálaráðnum eru gjørdar seks fráfaringaravtalur, fýra í Heilsu- og innlendismálaráðnum, sum tað eitur nú, tvær í Uttanríkis-, vinnumála- og Samferðslumálaráðnum, Mentamálaráðnum og í Fiskimálaráðnum.

Í Fíggjarmálaráðnum og á Løgmansskrivstovuni eru ongar fráfaringaravtalur gjørdar seinastu fimm árini. Tað kostar at sleppa sær av við stjórar og leiðarar.

Hóast Almannamálaráðið hevur flestar fráfaringaravtalur hesi fimm árini, kostaðu tær minni enn tær fýra hjá Heilsu- og innlendismálaráðnum, eina millión og 657.000 kr., móti tveimum milliónum og 582.000 krónum.

Bíligari enn at siga fólkunum úr starvi

Sambært løgmanni, sum hevur spurt Fíggjarmálaráðið, almenna arbeiðsgevaran, kosta fráfaringaravtalur ofta landinum samanumtikið minni enn ein uppsøgn uttan avtalu, sum til dømis kann enda í rættinum.

Sambært Fíggjarmálaráðnum er ikki loyvt at gera tað, sum eitur gyltar avtalur við tey, sum verða uppsøgd. Ein fráfaringaravtala skal samanumtikið, eisini fíggjarliga, vera betri loysn fyri landið og stovnin enn uppsøgn eftir vanligum reglum, sigur Fíggjarmálaráðið.

Hægstirættur hevur staðfest, at loyvt er at gera fráfaringaravtalur og við teimum avtala seg leysan av fyrisitingarreglunum um millum annað hoyring.

Ein fráfaringaravtala kostaði 976.800 krónur

Fíggjarmálaráðið sigur eisini, at einki yvirlit finst um fráfaringaravtalur í partafeløgum, sum landið eigur einsamalt ella part í.

Dýrasta fráfaringaravtalan í skjølunum, sum løgmaður kunnger saman við svari sínum, er ein, sum stendur í svarinum frá Heilsu- og innlendismálaráðnum. Hon varð gjørd beint fyri jól í 2014.

Uppsagdi stjórin fekk løn og eftirløn í 13 mánaðir umframt 15.000 kr. til advokat. Hendan fráfaringaravtalan kostaði landskassanum 976.800 krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. desember
Mono 4. sending
184660
Mikudag 4. desember
Góðan morgun Føroyar
184631
Mikudag 4. desember
Morgunlestur mikudagur 4. desember 2024
183616
Týsdag 3. desember
LEITISSTEIN 03.12.2024 (Jólasoul)
184618
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
184615
Týsdag 3. desember
Veðrið
184604
Týsdag 3. desember
Undansending: Føroyar - Danmark
184666
Mánadag 2. desember
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184551
Mánadag 2. desember
3-2 (2. desember 2024)
184550