Betri fiskaprísir í 2015 enn 2014

Betri fiskaprísir í 2015 enn 2014
Skipini fingu nógv betri prís fyri fiskin í fjør enn í 2014. Serliga trolararnir fingu meira fyri fiskin í 2015
 
04.01.2016 - 08:17

Hagtøl hjá Fiskimannafelagnum siga, at smáir trolarar og línuskip fingu 13 prosent meira fyri fiskin í fjør, og stóru trolararnir fingu 21 prosent meira enn í 2014.

Fiskimannafelagið hevur yvrilit yvir fiskaprísirnar heilt aftur til 1995 í ársfrágreiðingini fyri 2015. Sambært teimum, so hava trolararnir ikki fingið betri prís enn í fjør hesi 21 árini. Men tað hava línuskipini.

Nógv tann besti prísurin, sum línuskip hava fingið síðani 1995, var í 2007. Tá var miðalprísurin fyri kilo 16,44 kr. Í fjør var hann 14,07 kr. Trý onnur ár fingu línuskipini eisini meira fyri fiskin enn í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050