2015 royndist væl hjá fiskimonnunum

2015 royndist væl hjá fiskimonnunum
Í øllum skipabólkum var hýran hægri enn í 2014, vísa hagtøl hjá Fiskimannafelagnum
 
03.01.2016 - 14:10

Farna árið royndist sum heild væl hjá fiskimonnum við føroyskum skipum.

Í øllum skipabólkum var hýran hægri í fjør enn í 2014. Fiskimenn tjentu fleiri pengar fyri hvønn arbeiðsdag til skips.

Tað vísa nýggjastu hagtølini hjá Fiskimannafelagnum.

Eins og fleiri undanfarin ár eru bestu kjansirnir við nótaskipunum. Í fjør var miðalhýran umborð á einum nótaskipi 8197 krónur um dagin.

Nótaskipini fiskaðu í meðal 194 dagar í fjør - og tí var manningarparturin stívliga 1,6 millión krónur.

Nótaskipini hava tó vanliga fleiri manningar, ið býta túrarnar og harvið hýruna millum sín. Eisini í 2014 var manningaparturin við einum nótaskipi stívliga 1,6 millión.

Men tá fiskaðu skipini í meðal 222 dagar, og tí var meðalhýran fyri hvønn dagin lægri, hon var knappar 7200 krónur. Tí ber til at siga, at dagslønin við einum nótaskipi hækkaði 14 prosent í fjør, upp í knappar 8200 krónur.

Næst-bestir í fjør vóru ídnaðartrolararnir. Har var miðalhýran 7044 krónur fyri hvønn fiskidag. Tað eru heili 46 prosent meira enn í 2014.

Ídnaðartrolararnir fiskaðu í meðal 158 dagar í fjør, og manningarparturin við einum ídnaðartrolara var tí 945.000 krónur.

Eisini flakatrolararnir høvdu eitt gott ár í fjør. Miðalhýran var 5183 krónur um dagin, og eru tað 28 prosent meira enn í 2014.

Men hjá hesum skipabólki vóru dagarnir til fiskiskap tó í meðal 36 færri í fjør enn árið fyri, og tí gjørdist miðal manningarparturin áleið tann sami bæði árini - 977.000 í fjør móti 946.000 í fyrraárð.

Eisini her eru vanliga fleiri manningar knýttar at skipunum.

Eisini manningarnar við rækjutrolarunum høvdu eitt betri ár í fjør enn í fyrraárið. Miðalhýran fyri hvønn dag til skips var í fjør 3800 krónur, tað eru 11 prosent meira enn árið fyri.

Rækjutrolararnir vóru í meðal 227 dagar í vinnu í fjør, og manningarparturin var tí 857.000 krónur. Av tí at dagarnir vóru heldur færri í fjør enn árið fyri, er manningaparturin bæði árini áleið tann sami.

Bæði teir stóru og teir smáu ísfiskatrolararnir høvdu eitt betri ár í fjør enn árið fyri. Dagslønin var ávíkavist 2140 krónur og 1843 krónur við hesum skipum, og tað eru ávíkavist seks prosent og 13 prosent meira enn árið fyri.

Bæði á stóru og smáu ísfiskatrolarunum kom miðal manningaparturin tí uppum 400.000 krónur í fjør. 

Sambært hagtølunum hjá Fiskimannafelagnum eru lægstu miðal-hýrurnar framvegis umborð á garnaskipunum og ísfiskalínuskipunum - her vóru manningarpartarnir ávíkavist 347.000 og 307.000 krónur.

Fiskimannafelagið hevur eisini sett upp lutfallið millum eina dagløn umborð á ymsu skipabólkunum, sammett við eina dagløn fyri átta tímar arbeiði á landi.

Tímalønin á landi var í fjør knappar 135 krónur, frítíðarløn íroknað. Tað gevur 1079 krónur um dagin. Eftir hesum leisti fáa fiskimenn við ísfiskatrolarum áleið dupult so nógv fyri hvønn arbeiðsdag umborð, sammett við arbeiðsfólk á landi.

Teir við rækjutrolarum fáa útvið fýra ferðir so nógv, teir við flakatrolarum fimm ferðir so nógv, teir við ídnaðartrolarum sjey ferðir so nógv og teir við nótaskipum átta ferðir so nógv í løn, sammett við arbeiðaran á landi.

Fiskimannafelagið vísir á, at munurin er at rokna sum tann viðbót, sum fiskimenn fáa fyri teirra arbeiðstíð útyvir átta tímar, fyri at arbeiða allar dagar í vikuni og so framvegis.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. mars
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
188513
Fríggjadag 28. februar
Veðrið
188455
Fríggjadag 28. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188428
Fríggjadag 28. februar
Heim, kæra heim (3:3) - teknmálstulkað
188417
Hósdag 27. februar
Hvíta gullið
188389