Verkfall hótti nótaflotan í vár

Verkfall hótti nótaflotan í vár
Tað varð upplýst á landsfundinum hjá Fiskimannafelagnum í gjár. Men ósemja í nevndini í Fiskimannafelagnum forðaði fyri, at verkfall varð lýst
Verkfall hótti nótaflotan í vár. Ósemja í nevndini í Fiskimannafelagnum forðaði fyri, at verkfall varð lýst
 
30.12.2015 - 08:16

Tað er eingin loyna, at nevndin í Fiskimannafelagnum ikki var samd um, hvussu langt felagið skuldi fara í sáttmálastríðnum við nótaskipini. Ein partur av nevndini var til reiðar at taka eitt verkfall, um tað var neyðugt.

Meirilutin í nevndini helt tó, at vandin fyri at missa alt tað, sum felagið hóast alt hevði vunnið fyri heimaflotan í samráðingunum í vár, var ov stórur, um felagið sleit samráðingarnar upp á ósemjuna við nótaskipini, stendur í ársfrágreiðingini hjá Fiskimannafelagnum.

Felagið letur illa at reiðarunum á nótaskipunum. Hóast nótaskipini eru tann skipabólkur, sum er nógv best fyri og hevur nógv tey bestu ráðini, so eydnaðist Fiskimannafelagnum ikki at fáa reiðararnar í tí bólkinum at flyta seg ein millimetur á nøkrum øki.

Teir vóru hvørki til at høgga ella stinga í. Teirra einasta svar er, at menninir við nótaskipunum tjena so væl, at teir hava ikki uppiborið lønarhækking, stendur í ársfrágreiðingini hjá Fiskimannafelagnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050