Fíggjarlógin til viðgerðar í morgin

Fíggjarlógin til viðgerðar í morgin
Tá Løgtingið í morgin fer undir aðru viðgerð av fíggjarlógini, er tað fyrstu fer í nógv ár, at tingfundur er millum jóla og nýggjárs
Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, hevur lagt uppskotið um fíggjarlóg fyri tingið
 
27.12.2015 - 14:45

Fyri jól varð bíðað eftir áliti úr Fíggjarnevndini til fíggjarlógaruppskotið. Fíggjarnevndin bíðaði eftir áltitinum hjá Vinnunevndini um uppboðssøluna og veiðigjøld, sum er mett at geva millum 170 og 180 milliónir í landskassan næsta ár.

Úr Vinnunevndini kom tó einki álit fyri jól, og tí varð álitið hjá Fíggjarnevndini lagt fram beint áðrenn tingið fór til hús tollaksmessuaftan.

Løgtingið fer tí klokkan 10 í morgin at hava aðru viðgerð av fíggjarlógini.

Enn er ikki greitt, nær triða viðgerð verður, men hon má eisini vera hesa vikuna, tí fíggjarlógin kemur í gildi fyrsta januar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. februar
Gullberg Gullfoss: Ein rík tíð
187263
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Levi Niclassen
187259
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Eydna í Homrum
187257
Mánadag 3. februar
Morgunlestur mánadagur 3.februar 2025
186652
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109