Flokkarnir fáa kanska meira pening

Flokkarnir fáa kanska meira pening
Líkt er til at politisku flokkarnir fáa 600.000 krónur afturat til sín sjálvs. Fíggjarnevndin mælir til at hækka játtanina
Ein samd fíggjarnevnd mælir í fíggjarlógarálitinum til at hækka játtanina til studning til politiskt virksemi og upplýsing. Verður tilmælið samtykt, er stuðulin tvífaldaður eftir tveimum árum
 
25.12.2015 - 10:19

Ein samd fíggjarnevnd mælir í fíggjarlógarálitinum til at hækka játtanina til studning til politiskt virksemi og upplýsing úr 4,2 milliónum til 4,8 milliónir krónur.

Pengarnir, ið verða býttir millum flokkar eftir atkvøðutali seinasta løgtingsval, skulu nýtast til at styrkja politiska arbeiðið og politiska upplýsing.

Studningurin, ið verður útgoldin mánaðarliga, kann millum annað verða nýttur til at reka poltiskar flokkar, skeið- og fundarvirksemi og blaðútgávu við.

Stuðulin tvífaldaður eftir tveimum árum

Verður tilmælið hjá samdu fíggjarnevndini samtykt, hevur Løgtingið tvífaldað studningin til sín sjálvs síðani 2013, tá játtanin var slakar 2,4 milliónir krónur.

Umsitingin hjá Løgtinginum kann eisini gleða seg um, at Fíggjarnevndin hevur verið inn yvir upprunaliga fíggjarlógaruppskotinum og mælir til broytingar.

Ein samd fíggjarnevnd mælir til at hækka rakstrarjáttanina til løgtingsarbeiði við sløkum 4,5 milliónum krónum. Hetta er gjørt í samráð við løgtingsformannin, stendur í álitinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. februar
Gullberg Gullfoss: Ein rík tíð
187263
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Levi Niclassen
187259
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Eydna í Homrum
187257
Mánadag 3. februar
Morgunlestur mánadagur 3.februar 2025
186652
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109