Eykajáttan til Skálafjarðasamstarvið

Eykajáttan til Skálafjarðasamstarvið
Fíggjarnevndin mælir til, at lata Skálafjarðasamstarvinum eykajáttan, tí fortreytirnar eru broyttar.
 
24.12.2015 - 09:31

 


Fíggjarnevndin mælir til, at Løgtingið veitir eykajáttan til Skálafjarðasamstarvið. Tað skrivar Fíggjarnevndin í álitinum til fíggjarlógaruppskotið.

Í oktober 2013 vóru 19 búpláss á Eysturoyar røktar- og ellisheimi upptikin av borgarumaðrastaðni frá enn úr kommununum í Skálafjarðarsamstarvinum. 

Fíggjarnevndin hevur fingið upplýst, at orsøkin til at búplássini ikki vóru tikin við í upprunaligu uppgerðina frá sept./okt. 2013 var, at tá tann uppgerðin varð latin Fíggjarnevndini, var endalig avtala ikki undirskrivað um, at kommunurnar í Skálafjarðarsamstarvinum skuldu eiga Eysturoyar Ellis og Røktarheim einsamallar.

Mett var, at tá aðrar kommunur framvegis áttu lut í og høvdu rætt til búpláss á heiminum, bar ikki til at siga, at talan var um búpláss, ið vóru nýtt til búfólk uttanfyri samstarvsøkið. Beint eftir at uppgerðin varð latin fíggjarnevndini, broyttust hesi viðurskifti tó soleiðis, at Skálafjarðarsamstarvið gjørdist einsamallur eigari av heiminum. 

Fyri at tryggja, at Skálafjarðasamstarvið verður javnsett við hini samstarvsøkini, metir fíggjarnevndin, at Skálafjarðasamstarvið skal hava slakar 3.4 milliónir krónir í játtan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. februar
Gullberg Gullfoss: Ein rík tíð
187263
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Levi Niclassen
187259
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Eydna í Homrum
187257
Mánadag 3. februar
Morgunlestur mánadagur 3.februar 2025
186652
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109